Bæði tá HB fylti 75 ár, 90 ár og 100 ár komu plátur, kassettubond og fløgur út fyri at markera hesar serligu rundu dagarnar hjá Havnar Bóltfelag. Nógvir av hesum sangunum eru blivnir partur av samleikanum hjá teimum, sum spæla við, og sum stuðla HB, og fylla teir nógv bæði til heimadystir og veitslur hjá HB. Nú er so ein nýggj stakfløga komin á marknaðin. Nýggji HB-sangurin nevnist ?Mítt Havnalið?, og er tað vælkendi HB-veteranurin og bóltsnillingurin, Eirikur Rasmussen, sum hevur gjørt orð og lag. Sangurin er framleiddur í tøttum og góðum samstarvi við Kristoffur Mørkøre og Niclas Johannesen, sum eisini er gamal HBari. Sangurin er tikin upp í Kristuff Studio, inni á Gøtu í Hoyvík. Lagið er ógvuliga melidiøst og væl ljóðandi. Tey, sum ynska at ogna sær stakfløguna kunnu ringja til tlf.nr. 21 13 13.