Klaksvík: Tað er ikki á hvørjum degi, at ein nýggjur handil letur upp í Klaksvík.
Tá tað so umsíðir hendir, kann ein líka so væl gera eitt sindur burtur úr hesum. Og tað er júst hetta, sum danska missiónsfelagið Danmission og klaksvíkskonan Malan Mýri ætla komandi leygardag.
Tá letur nevniliga upp ein sonevnd stuðulsbúð í Klaksvík, har møguleiki verður at ogna sær brúkt klæði og brúktar lutir í stórum tali.
Allur innkomni peningurin frá søluni av hesum lutum fer til tað víttfevnda missiónsarbeiðið sum Danmission ger í Afrika, Miðeystri, Asien og í Danmark.
Markering við lít
Í øðrum londum er rættiliga vanligt við slíkum stuðulsbúðum, og tað eru fleiri missiónsrørslur sum fáa ein rættiliga stóran part av inntøkum sínum júst frá slíkari sølu.
Nú leygardagin verður so høvið hjá klaksvíkingum og norðoyingum annars at keypa í eini slíkari stuðulsbúð í Klaksvík.
Í eina tíð hevur verið arbeitt við hesi ætlanini, og nú er komið so mikið væl áleiðis, at dyrnar verða lætnar upp á fyrsta sinni í hølunum, sum eru riggað til eitt slíkt endamál.
Ein slík løta fer ikki aftur við borðinum uttan at hon skal markerast. Og tað verður hon eisini við lít.
Byrjað verður kl. 10 við at snórurin inn í stuðulsbúðina verður kliptur av fýra persónum: bispinum Hans J. Joensen, borgarstjóranum í Klaksvík Steinbjørn O. Jacobsen, samskiftisskrivaranum í Danmission Torben Holm og av Malan Mýri, sum er leiðari av stuðulsbúðini.
Eftir tað verða øll boðin innar til kaffi og rundstykkir, har landsskrivarin í Danmission, Ruth-Inge Gregersen fer at siga nøkur orð. Hans J. Joensen heldur síðani eina stutta andakt, og fer eisini at siga frá vinarsambondunum millum Føroyar og eitt av stiftunum í Tanzania, ið nevnist Karagwe.
Borgarstjórin í Klaksvík fer somuleiðis at siga nøkur orð, áðrenn samskiftisskrivarin í Danmission sigur frá tí týdningi, sum slíkar stuðulsbúðin hava fyri arbeiðið hjá missiónsrørsluni.
Vónað verður, at undirtøkan verður góð til upplatingina leygardagin. Og at henda undirtøkan fer at vara við í framtíðini.










