Í eina tíð hava tey í Netto arbeitt við at útbyggja og nútíðargera handilin til henda stóra dagin.
Higartil er komið fram, at ætlanin var at geva handlinum rúmari ræsur í framtíðini.
- Men ætlanir okkara eru víðfevndari enn so, upplýsa eigararnir báðir, Álvur Klakk og Jóhanna Christiansen.
Skipanin er hon, at Álvur sum setti hesa byggingina í gongd eigur framvegis meginpartin av eginpeninginum í Netto, meðan Jóhanna virkar sum dagligur leiðari.
Soleiðis verða tveir handlar hereftir í teirri samlaðu byggiætlanini framvið Klaksvíksvegnum.
Arbeiðinum við nýggja handlinum líður so mikið væl, at opið verður væl áðrenn Norðoyatunnilin letur upp.
Opið allan dagin
Netto er ein handil, sum nógvir klaksvíkingar hava brúkt hvønn einasta dag til tað dagliga innkeypið.
Tað fara teir ivaleyst eisini at gera í framtíðini. Munurin er bert tann, at handilin og úrvalið er lagað nógv meiri eftir tørvinum í dag.
Verandi handil verður nevniliga bæði umbygdur og nútímansgjørdur. Dentur fer at verða lagdur á bakaravørur, frukt og grønmeti, umframt alt tað, sum eitt vanligt húski hevur brúk fyri.
- Upplatingartíðirnar verða broyttar soleiðis at framyvir verður opið frá kl. 7 á morgni og til kl. 23, upplýsa eigararnir.
Tvey nøvn
Undir liðini á tí gamla bygninginum verður haraftrat ein nýggjur bygningur gjørdur.
Hesin bygningurin, ið er meiri enn 600 fermetrar til støddar verður gjørdur eftir sama leisti sum stóri, og eisini væl umtókti matvøruhandilin INN við Norðskála, sum Jaspur Johannesen eigur.
Støðan er eisini hon, at Jaspur, ið er ein av partaeigarunum í samtakinum, verður saman við Álvuri og Jóhonnu við til at gera bygningin í nýggju og stóru handilshølunum.
Neyðugt er eisini við einum navni aftrat, nú handlarnir gerast tveir í tali.
Avgjørt er at varðveita ta kenda Netto-navnið í verandi handilshølum, meðan INN verður navnið á nýggja handlinum.
- Á henda hátt verður hildið fast við upprunaligu ætlanina at nýta verandi navnið, verður sagt.
Hetta fer at skapa fyrimunir fyri raksturin við felags innkeypi og marknaðarføring hjá hesum báðum stórhandlunum sum klaksvíkingar, norðoyingar og føroyingar annars fáa høvið at vitja í framtíðini.
mynd