Fleiri enn 20 ár eru liðin síðani Magnus Arge varð útlærdur sum ursmiður.
Nú mamman gavst við handlinum, var Magnus næstur at taka við honum. Hetta hendi í mai mánaði í fjør.
Samstundis við hetta, avgjørdi hann at broyta handilin, bæði á ein og annan hátt: At gera nýggja innrætting, og at skifta úrvalið av vørum fullkomuliga.
Hann fekk samband við systkinabarn sítt í Noregi, Marit Rønstad sum rekur interiør-fyritøkuna “Fryd og Forandring”. Hon er sjálv interiør-designari, og sá tað sum eina serstaka uppgávu at broyta handilin “Eilif Arge” til “Eilif Arge Gávubúð”.
- Hetta var ein heilt annar háttur at innrætta ein handil. Vit eru sera væl nøgd við úrslitið, staðfestir Magnus Arge.
20.000 kr.
Tað serstaka við nýggju innrættingini er at handilin í roynd og veru ikki hevur eitt vindeyga til framsýning, eins og vanligt er hjá øðrum handlum:
Gjøgnum stóru vindeyguni út móti vegnum hava fólk frítt útsýni inn í handilin!
Við nýggju innrættingini er haraftrat skipað soleiðis fyri, at fólk í koyristóli hava lætta atgongd inn handilin. Hetta er gjørt í samráð við Meginfelag teirra Brekaðu, og eisini við forkvinnuna, Laila Solmunde.
Hóast onkur kann halda, at ein slík íløga er kostnaðarmikil fyri ein einstakan handil, so er tað ikki so.
- Nei, sigur Magnus. - Tað er ikki dýrt at gera ein handil, har fólk í koyristóli eisini kunnu koma innar. Tað kostaði ikki meiri enn einar 20.000 krónur!
Breitt úrval
Magnus Arge hevur hesi seinastu 20 árini dúgliga gjørt brúk av útbúgving síni sum ursmiður.
Í dag kunnu kundarnir hinvegin staðfesta, at trupult er at fáa eygu á urini, tí nú eru tað gávulutir sum standa í fremstu røð, m.a. hjá Georg Jensen og prýðislutir.
Her finnast eisini fleiri sonevndar niche-vørur, so sum kaffi og kryddarí’ir. Men lítil ivi er um, at hesin handilin telist millum teir mest innbjóðandi í Klaksvík.
Samstundis er tað ein veruleiki, at Magnus er størsti veitari av steypum og heiðursmerkjum her á landi.
Betri enn væntað
Nýggja gávubúðin hjá Magnusi hevur enn ikki eitt ár á baki, og tí er ilt hjá honum at siga, hvønn týdning upplatingin av Norðoyatunlinum hevur havt fyri tey.
- Eg kann tó bert staðfesta, at tað hevur gingið betri enn væntað.
- Viðskiftafólkini í Klaksvík hava tikið væl ímóti okkara útboði. Og tað er faktiskt ikki dagur, at ikki onkur fremmandur er her inni, sigur Magnus.
Nú eitt ár er liðið síðani Norðoyatunnilin lat upp, gera tey seg sunnudagin út til at taka ímóti nógvum gomlum kundum – og teimum nýggju!
At handla er ein lívsstílur
At hava handil er einki nýtt fyri Magnus. Hann er so at siga uppvaksin við handilslívinum og kennir tí ikki til annað enn tað. Og nú stendur hann so sjálvur fyri einum framtíðar handli.
- At hava ein handil er ikki bert eitt arbeiði. Tað er líka so nógv ein lívsstílur, sigur hann.
Foreldur hansara byrjaðu við hesum handlinum, sum í mai mánaði í fjør varð broyttur munandi.
Í hesi vikuni verður handilin broyttur uppaftur meiri: Samstarv er nevniliga fingið í lag við Ur & Brillustovuna á Glyvrum, sum kemur at hava ein part av hølinum til sínar vørur.