Í næstum letur handilsketan Euro Outlets upp í Klaksvík. Handilin letur upp á aðru hædd í hølunum, sum Kiosk 700 heldur til á Klaksvíksvegi 56.
Euro Outlets keypir vørur, ið eru á lagri hjá veitarum kring heimin og selur vøruna aftur bíliga. Euro Outlets selur fleiri ymisk merkir frá ymiskum veitarum. Vørurnar, ið fáast í handlinum Euro Outlets eru alt frá vørum til húsarhaldið, leikur og smyrsl. Prísirnir eru altíð lágir, stendur á heimasíðuni hjá Euro Outlet.
Euro Outlets letur upp í Klaksvík leygardagin 30.september.