Nýggjur handil í Kvívík

Í dag hósdagin 18. juni lata Beinta og Rannvá Isaksen upp ein nýggjan handil í Kvívík. Talan er um ein handil, sum selur alskyns prýði.

Beinta og Rannvá – sum báðar eru giftar Isaksen, av tí at menninir hjá teimum eru brøður – lata í dag handil upp nýggjum hølum á Víkarvegi 33 í Kvívík.


Handilin sjálvur hevur verið til í eini tvey ár, tá tær sjálvar byrjaðu at fara runt at selja. Seinastu tríggjar mánaðirnar hevur handilin somuleiðis verið at finna á netinum og í dag verður fysiski handilin so latin upp.


Men so er spurningurin, hví tær báðar lata handil upp í Kvívík. Vit skuldu vera onkustaðni, og vit búgva í Kvívík, har tað er munandi bíligari enn at hava handilin í Havn, sigur Rannvá Isaksen. Hon leggur afturat, at tær hava góðar vónir, hóast sølan ikki er so góð í løtuni, sum hon onkuntíð hevur verið. Samstundis, sum hon staðfestir, at handilin ikki verður opin hvønn dag, men at kundar altíð kunnu røkka handlinum.


Vørurnar hjá handlinum verða gjørdar í eysturlondum, men verða innfluttar úr Danmark.

Á netinum er handilin at finna á 4ever.fo


Hósdagin og fríggjadagin er handilin opin frá kl. 14-20, og leygardagin er opið frá kl. 10-16.

Umframt hesar tíðir ber til at ringja á tel. 211677 ella 721890.