Í dag var nýggi graslíkisvøllurin á Sandi handaður Sandoyar Skúlasambandi.
Vøllurin er av nýggjasta slag og líkur øll altjóða krøv. Tað er Idé Møblar, ið hevur latið vøllin, sum kostar tvær milliónir krónur. Fyrsti dysturin í Vodafone-deildini á nýggja vøllinum verður spældur 2. páskadag millum B71 og Víking.