Seinnapartin í dag var licitatión á býráðsskrivsstovuni í Klaksvík. Seks veitarar hava boðið seg fram at leggja nýtt graslíki í Klaksvík, sum verður gjørt í summarsteðginum hjá Vodafondeildini.
Tilboðini lógu um 2 mill - Nakað omanfyri og nakað niðanfyri.
Midocean kann leggja hann á fyri 1,6 millión,
Polytan, Handilshúsið og Idemøblar bjóðaðu sær at levera vøllin fyri 1,9 millión, Pitch kundi levera hann fyri 2,1 millión og dýrasta tilboðið hevði Sportsturf, sum vil hava 2,3 millónir fyri ómakin.
Mvg er ikki við í prísunum, men flestu tilboðsgevarar høvdu eisini alternativ tilboð
Nú fer LBF, sum er ráðgevari hjá kommununi í hesum máli, at kanna tilboðini nærri.
Síðani verður eitt tilmæli lagt fyri Mentanarnevndina hjá býráðnum at taka støðu til og tað verður um hálvan apríl, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Mentanarnevndini.
Myndina tók Dávur Winther.