Nýggjur Goðafoss

Eimskip økir orkuna á Føroyarutuni mundandi. Nýtt skip var á Havnini í gjár, og systurskipið kemur um stutta tíð

 

Tórshavn : Nýggi Goðafoss er rættiliga væl størri enn skipini, sum frammanundan hava røkt farmaleiðina millum Ísland og europeiska meginlandið um Føroyar.

Goðafoss fer saman við systurskipinum, Dettifoss, at røkja rutuna millum Ísland, Føroyar og meginlandið. Goðafoss er fyrra skipið, sum kemur í hesa betraðu rutuna. Dettifoss kemur um stutta tíð.

Rutan er gomul og hevur verið røkt av fleiri skipum. Men nú hesi bæði stóru skipini fara at sigla, verða tey einsamøll, segði Linda Gunnlaugsdóttir, stjóri á Eimskip Føroyum, á samkomu umborð á Goðafoss mánadagin.

Goðafossð er stórt skip. Hann lastar 1457 bingjur. Heldur ikki maskinan er fyri ongum. Maskinorkan er upp á tilsamans 22.000 hestakreftir og gevur skipinum eina ferð upp á 20 míl.

Allur flutningur við Eimskipum er í bingjum. Eimskip ætlar sær størri part farmaflutninginum til og úr Føroyum, sigur Linda Gunnleygsdóttir. Og hon metir, at nýggju møguleikarnir fara at betra væl um útflutningstilboðini úr Føroyum, umframt at innflutningurin sjálvandi eisini verður lagaligari, sigur hon. Fráferð úr Føroyum niður á meginlandið verður leygarmorgun, meðan skipini koma av meginlandinum til Føroya mánamorgun.

Hóast tað frættist uttan úr heimi, at høgu oljuprísirnir hava noytt flutningsfeløg at hækka farmagjaldið, sigur Linda Gunnelygsdóttir, stjóri á Eimskip í Føroyum, at Eimskip fer ikki at hækka farmagjøldini.

Tað er tó ikki bara farmur, sum flytast kann við Goðafoss og Dettifoss. Eisini verður pláss fyri seks ferðafólkum við hvørjum skipinum.

Skipari á Goðafoss er Ingilbert Ingilbertsson, meðan Matthias Matthiasson er skipari á Dettifoss.