Nýggjur fyristøðumaður á Ørkini

   

Sjómansheimið Ørkin, sum er tað Føroyska Sjómansheimið í Reykjavík, hevur fingið nýggjan fyristøðumann.
Stýrið fyri Sjómansheimið Ørkina hevði fund í vikuni, har nýggjur fyristøðumaður var settur. Nýggi fyristøðumaðurin á Hotel Ørkini er Rúni Hentze úr Skopun, skipari og fyrrverandi løgtingsmaður. Rúni er 52 ára gamal giftur við Hildibeth. Tey eiga tríggjar gentur Torbjørg, Oda og Ingibjørg. Rúni er skipari og eigur og rekur tveir bátar Ingibjørg og Oddbjørg.
Rúni byrjar í nýggja starvinum í Reykjavík fyrst í komandi árið. Seinni fer konan Hildibeth eisini at starvast har.
Núverandi fyristøðumaðurin Jacob Hendrik Hansen, fer eftir egnum ynski frá sum fyristøðumaður 1. januar.
Nýggjur nevndarlimur er eisini valdur, tað er Jonhard Joensen av Skipanesi, sum er komin fyri Jóhan Olsen, sjómanstrúboðara, sum andaðist í summar.
Hotel Ørkin - Sjómansheimið í Reykjavík er sjálveigandi stovnur knýttur at Hini føroysku Sjómansmissiónini. Heimið, ið var tikið í nýtslu 1991, hevur 20 dupultkømur, matsal, fundarhøli o.a. og liggur mitt í býnum. Umframt føroyingar vitja eisini íslendingar og aðrir útlendingar heimið. Hvørja viku eru møtir og onnur tiltøk á sjómansheiminum. Dentur verður lagdur á eitt kristiligt heim við góðari tænastu í rúsfríum umhvørvi. Vitjað verður eisini umborð á skip, sum koma inn til Reykjavíkar ella har um vegir. Miðja verður eftir mest møguligt at hava føroysk starvsfólk á heiminum. Meira fæst at vita um Ørkina á
www.hotel-orkin.com