Foreldur at børnum, sum skulu í skúla næsta ár, kunnu velja at senda børnini í frískúlan, sum verður settur á stovn í hesum døgum.
Síðani lógin um frískúlar varð samtykt í 2002, hevur ikki verið nógv ítøkiligt at hoyra um evnið, men tað hevur mangan ljóðað, at ymiskir áhugabólkar hava arbeitt við at seta á stovn frí- og eftirskúlar. Fyri tveimum vikum síðani varð kunngjørt, at ætlanir eru um at seta á stovn eftirskúla í Hvalba, og nú eru so eisini ítøkiligar ætlanir um at seta á stovn ein frískúla í Havn.
Tað eru tvær kendar og royndar skúlakvinnur, Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgaard, sum hava tikið stig til at seta frískúlan á stovn, og sambært teimum, er skúlin grundaður á námsfrøðiligar áskoðanir.
Ætlanin er at byrja í august 2007 við umleið 20 næmingum í 1.-2. flokki og skúlin fer eftir ætlanini at vaksa spakuliga við einum flokki um árið, til og við 7. flokk.
- Vit hava ikki funnið hølini til skúlan enn, men vit kunnu væl húsast í einum sethúsum fyrstu árini, tí vit leggja so spakuliga fyri við einum flokki fyrsta árið. Eitt annað er, at vit mugu fyrst kanna um áhugi er fyri at tekna næmingar til frískúlan og soleiðis staðfesta, um veruligur tørvur er á einum tílíkum tilboði, sigur Eyðbjørg Dalsgaard. Og hon vísir á, at tær hava verið í sambandi við nógv fólk og myndugleikar í fyrireikingartíðarskeiðinum, og øll hava verið sera positiv mótvegis hugskotinum.
- Øll hava tikið væl ímóti okkum og víst góðan vilja, líka frá kommununi, Mentamálaráðnum, feløgunum hjá lærarum og pedagogum og Læraraskúlanum, har vit samstarva um, at næmingar kunnu koma í starvsvenjing hjá okkum.
Grundhugsjónin
Skúlin hevur longu fingið eina heimasíðu, www.friskulin.org, har greitt verður frá grundhugsjón, skúlaskipan og øðrum.
Í sambandi við grundhugsjónina verður sagt, at skúlin er eitt stað, har næmingar læra og mennast. Uppgáva skúlans er at virka fyri, at hvør einstakur næmingur lærir og mennist, og í so stóran mun, sum til ber, fær brúkt øll sín evni.
Greitt verður frá, at læring er ein aktiv tilgongd í næminginum og fyri at læra krevst tíð og tryggleiki.
- Næmingurin skal hava tíð og rúm til at uppdaga, leggja til merkis, eksperimentera, reflektera og eisini at venja og automatisera, verður sagt. Og hildið verður fram, at sosial interaktión er ein týdningarmikil partur av læring, og at næmingar læra og mennast gjøgnum upplivingar, royndir og í interaktión við ymiskt tilfar.
Og sagt verður, at øll børn mennast, hvør í sínum lag. Fyri at stimbra og stuðla hvørjum einstakum barni í menning síni á øllum økjum - kognitivum, sosialium/etiskum, kropsligum og musiskum/listarligum - er tað neyðugt at møta barninum, har tað er, fyri at tað kann mennast optimalt.
- Lærarin skapar, saman við næmingunum, eitt stimbrandi og trygt umhvørvi, ein felagsskap, har barnið gjøgnum hóskandi aktivitet fær brúkt og lært ymiskar teknikkir og strategiir. Soleiðis leggur skúlin upp fyri fjølbroytni í læruháttum og í ymiskleikanum í børnunum, vísa Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgaard á í grundhugsjónini fyri nýggja frískúlan.
Og tær leggja afturat, at við at geva børnunum verulig akademisk val, gevur lærarin barninum hóskandi ávirkan á og ábyrgd av síni læring og møguleikan fyri at finna og brúka sína rødd. Í øllum hesum er lærarin medvitandi og virkin, eitt nú sum fyrimynd, vegleiðari, stuðul, mentor, samskipari og myndugleiki.
Heildagsskúli
Viðvíkjandi skúlaskipanini verður greitt frá, at henda skúlaskipanin krevur tíð til næmingarnar. Tey skulu sjálvi ogna sær vitan: eksperimentera og uppliva “aha løturnar”; arbeiða umaftur og umaftur fyri at umbyggja teirra fatan, so hon rúmar tí nýggja; venja og brúka teirra nýggju vitan í øðrum samanhangi.
Tí er skúlin er ein heildagsskúli, frá kl. 8.00 - 14.45 + møgulig frítíðaransing til kl. 17.00, við hóskandi aktiviteti og avbjóðingum frá skúlabyrjan.
Lærugreinabýtið
Eyðbjørg og Sharon arbeiða fram ímóti, at dagurin er settur saman av tvørgreinaligum arbeiði og grundtímum. Í byrjunardeildini eru grundtímarnir føroyskt og støddfrøði. Restin er skipað undir tvørgreinaliga arbeiðinum. Ítróttur hevur sítt fasta pláss á vikuskránni.
Miðdeildin verður í høvuðsheitum skipað sum byrjunardeildin, tó verða grundtímarnir víðkaðir, nú fleiri lærugreinar skulu við, eitt nú fremmand mál og alis/evnafrøði.
- Menningarstøðið í flokkinum/stovuni er avgerandi fyri, hvussu dagurin verður uppbýttur. Dagsskráin er í stóran mun tann sama hvønn dag. Hetta gevur tryggleika og lættir um tilrættaleggingina bæði hjá lærarum og næmingum. Eisini skapar tað rúm fyri fjølbroytni og spontaniteti innan kendar og tryggar rammur. So hvørt sum næmingarnir gerast eldri, taka tey vaksandi ábyrgd av tilrættaleggingini av teirra egna skúladegi og arbeiði, siga stigtakararnir, sum ikki bert eru tær báðar, men eisini onnur fólk, sum eru knýtt at einum fyrireikingarbólki.
Fundur um frískúlan
Vegna fyrireikingarbólkin boða tær báðar, Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgaard, frá, at kunnandi fundur verður fyri áhugaðum mánakvøldið, 30. oktober 2006, kl. 20 á Háskúlanum í Havn. Og har verður eisini høvi til at skriva børn inn til komandi skúlaár, 1. og 2. flokk, skúlaárið 2007-2008.










