Á heimasíðuni hjá DR ber í dag til at fáa ein forsmakk upp á tað, vit fáa at síggja til Annu Nygaard í X Factor-sendingini fríggjakvøldið. Í brotinum, sum er ein lítlan minutt til longdar, síggja og hoyra vit Annu syngja Somewhere over the Rainbow hjá Judy Garland.
Anna og hinir níggju sangararnir, sum Remee hevur fingið ábyrgdina av, eru farin á sonevndan bootcamp, ið er at rokna sum eitt slag av venjingarlegu, har dómararnir skulu læra sínar sangarar betri at kenna.
Á hesi venjingarlegu skal Remee ? eins og hinir dómararnir ? solda helvtina av sangarunum frá, soleiðis at Remee og Pernille Rosendahl hava fimm sangarar hvør, meðan Carsten Soulshock hevur fimm bólkar.
Kappingin er serstakliga hørð, men á heimasíðuni hjá DR hava tey so valt at varpa ljós á sangin hjá Annu og 15 ára gamla Jesper. Harumframt eru eisini tvey brot at hoyra sangarunum hjá Pernille Rosendahl, meðan einki verður avdúkað um bólkarnar hjá Carsten Soulshock.










