Næstformaður í felagnum er Bergur Sørensen, Petur í Gong er kassameistari, Sjúrður Gullbein skrivari og Helgi Øster Petersen nevndarlimur. Tiltakslimir eru Cerina Dalfoss og Bára Berghamar Danielsen.
Felagið hevur sett sær tvey høvuðsmál komandi tíðina ? at seta hol á eitt skipað ungdómsarbeiði og at halda fram við royndunum at koma á tal við Tórshavnar býráð um umstøður felagsins. Róðrarfelagið Knørrur gongur annars fram ímóti einum spennandi kappróðrarári, tí ikki minni enn tveir nýggir bátar koma í felagið ? ein nýsmíðaður Tambar, ið er annað av fimmmannaførum felagsins, umframt eitt spildurnýtt tíggjumannafar.