Nýggjur formaður í Ferðavinnufelagnum

Ferðavinnufelagið hevði aðalfund 24. apríl. Nú hevur nevndin skipað seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin.

 

Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu sínari.

 

Nýggjur formaður í felagnum er Árni Olsen, sum tekur yvir eftir Thoru Augustinussen. Henny á Líknargøtu er nýggjur næstformaður. Hon tekur yvir eftir Oddbjørg Højgaard. Umframt tey bæði telur nevndin Hans Jákup Kollslíð og Sakaris Frederiksen er tiltakslimur.

 

Fyrsta, ið Ferðavinnufelagið er undir, at fylgja týdingarmestu tilmælunum frá nýggju heildarætlanini fyri ferðavinnuna í Føroyum.