Eftir aðalfundin mánakvøldið í hesi vikuni hevur starvsnevndin í Ítróttarfelag Fuglafjarðar skipað seg. Nýggjur formaður er Durita Toftegaard. Hon loysir av Leif André Eliasen, sum hevur verið formaður tey seinastu árini.
Hini í starvsnevndini eru Tormóð Traðará, peningarøkil, Katrin Madsen, skrivari, Jóan Pauli Olsen og Jón Nolsøe Olsen, nevndarlimir, og Edva Jacobsen er tiltakslimur.
Ungdómsnevndin hevur skipað seg við Mouritz Mohr sum formanni. Hildigarð Eliasen er næstformaður og peningarøkil, Torstein Joensen og Hjalti Lundsbjerg eru nevndarlimir, og Høgni Kjeld er tiltakslimur.
Hetta veit facebook síðan hjá ÍF at siga í kvøld.
Mynd: Nýggja starvsnevndin. Aftanfyri frá vinstru: Leif André Eliasen, næstformaður, Jóan Pauli Olsen, nevndarlimur, Durita Toftegaard, formaður, Katrin Madsen, skrivari. Frammanfyri frá vinstru: Tormóð Traðará, peningarøkil, Edva Jacobsen, tiltakslimur, og Jón Nolsøe Olsen, nevndarlimur. ÍF eigur myndina.









