Nýggjur Ford C-MAX

Ford í Evropa eru júst komnir við fyrstu almennu myndunum av nýggja Ford C-MAX. Bilurin verður á fyrsta sinni sýndur fram á Frankfurt Motorshow, sum verður opið fyri almenninginum frá 17.-27. september 2009

Sniðið á nýggja Ford C-MAX er framhald av iosis MAX konseptbilinum, sum varð sýndur fram á bilstevnuni í Geneve í ár, og veitir bólkinum av kompaktum MAV-bilum (Multi-Activity Vehicles) nýtt støði av stíli og fjølbroytni.


Tann nýggi C-MAX er gjørdur eftir Ford Kinetic sniðgávuni, sum gevur máttmiklari persónbilasnið og harvið brýtur frá vanliga MAV-hugsanarháttinum. Ford C-MAX hevur eina meira coupelíka og hellandi taklinju, men kortini verður hildið fast við viðurkend eyðkenni fyri Ford C-MAX sum t.d. komfort, pláss og fjølbroytni.


Saman við tí nýggja Ford C-MAX verður nýggj tøkni sýnd fram, m.a. ein heilt nýggjur 1,6 litur Ford EcoBoost bensinmotorur við beinleiðis innspræning umframt annað, sum veitir betri komfort og trygd, m.a. “semi-automatic parallel parking” og “blind-spot detection”.


Ford C-MAX verður at fáa seinna helming av 2010 og er tann fyrsti í einum nýggjum ættarliði av altjóða mentum sniðum frá nýggja C-bólkinum hjá Ford, sum verður sýndur fram næstu árini. Altjóða sniðrøðin umfatar eisini tann nýggja Ford Focus, sum verður sýndur fram við endan av 2010.