Nýggjur Focus RS í 2009

Ford í Evropa hava nú kunngjørt, at ein heilt nýggjur Focus RS kemur á marknaðin í 2009.

Saman við tíðindaskrivinum frá Ford er ein mynd av nýggja Focus RS, sum sýnir hvussu vit kunnu vænta, at bilurin kemur at taka seg út frammanífrá.

Bilurin verður bygdur yvir nýggja Focus ST og skal framleiðast av Ford Team RS.