Nýggjur Focus í 2011

Ein av stóru nýggjheitunum á altjóða bilaframsýningini, sum í hesum døgum er í Detroit er nýggi Ford Focus í útgávum við fýra og fimm hurðum.

Focus avloysti Ford Escort í 1998, og talan er sostatt um triðju generatión av Ford Focus. Framleiðslan byrjar síðst í 2010, og bilurin kemur á marknaðin fyrst í 2011.