Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Tórbjørn Jacobsen, og íslendski starvsbróðir hansara, Einar K. Guðfinnsson, eru í dag komnir ásamt um, at sínámillum fiskiveiðurættindini fyri 2008 verða at kalla óbroytt samanborið við avtaluna fyri 2007
Føroyska botnfiskakvotan undir Íslandi eisini í ár verður framhaldandi 5.600 tons. Toskakvotan verður 1.200 tons, sum er tað sama sum undanfarin ár. Kalvaveiðan verður avmarkað til 45 tons.
Semja var um, at í 2008 halda skipanir fram, sum hava verið í gildi fyri uppsjóvarfiskiskapin. Íslendsk skip kunnu fiska sínar kvotur av norðhavssild og svartkjafti í føroyskum sjógvi og føroysk skip sínar kvotur í íslendskum sjógvi.
Føroyska lodnukvotan verður 30.000 tons, um heildarkvotan av lodnu verður 500.000 tons. Verður heildarkvotan minni, verður føroyska kvotan 5%.
Íslendska makrelkvotan í føroyskum sjógvi verður óbroytt 1.300 tons og kvotan av aðari sild enn norðhavssild verður óbroytt 2.000 tons.
Partarnir ásannaðu, at í 2007 varð eitt munandi stig tikið fram ímóti, at forðingarnar fyri virking av lodnu, sum Ísland hevur sett føroyskum skipum, verða avtiknar.
Frá føroyskari síðu varð ført fram, at tíðin nú er komin, at tær seinastu avmarkingarnar eisini verða avtiknar. Í hesum sambandi varð eisini víst til Hoyvíkssáttmálan, har partarnir eru samdir um at strika kappingaravlagandi ásetingar.
Íslendska sjónarmiðið er harafturímóti, at tá so munandi broytingar vórðu gjørdar seinasta ár, er tað tí ikki grundarlag fyri aftur at gera broytingar nú.
Semja var um, at málið verður viðgjørt á komandi fundi í Felagsnevndini viðvíkjandi Hoyvíks¬sáttmálanum.
Eftir ynski frá Íslandi varð avgjørt at hava ein fund millum partarnar at viðgera mál, sum viðvíkja eftirliti við føroyskum skipum í íslendskum sjógvi og íslendskum skipum í føroyskum sjógvi.
Partarnir umrøddu eisini onnur mál av felags áhuga, m. a. strandarlandasamráðingarnar og fiskiskapin eftir kongafiski í Irmingarhavinum.