Nýggjur finalistur skal finnast

HB skal nevnliga spæla móti VB/Sumba, og tó at nógv óvæntað kann koma fyri í steypakapping, so er HB greiður favorittur at spæla seg í finaluna.

Hin hálvfinalan verður millum Skála og EB/Streymur. Hvørgin teirra hevur áður verið í steypafinaluni, og tí er greitt, at talan verður um spildurnýggjan finaluluttakara í ár.