Søgan um vinarlagið millum Simon Spies og Mogen Glistrup er grundarlagið undir nýggja filminum, sum Christoffer Boes stendur á odda fyri.
Vit kenna helst øll til Simon Spies, og hansara ógvuliga undirhaldandi lív, sum var nógv frammi í miðlunum. Hann og vinmaður hansara, Mogen Glistrup eru tveir danir, sum filmsframleiðarin Christoffer Boes heldur vóru ógvuliga sterkar persónligheitir, sum havi uppiborið ein film.
Mánadagin byrja upptøkurnar, og hevur filmurin fingið heitið Spies & Glistrup venskabet mellem Simon Spies og Mogens Glistrup; to af Danmarks få larger than life figurer.
Teirra lív var, sambært filmframleiðaranum, stuttligari, villari og størri enn tað lív, sum tey flestu hava, og vóru teir samstundis ógvuliga fólkaligir og populistiskir.
Pilou Asbæk spælir Spies, meðan Nicolas Bro spælir Glistrup.