Á altjóða bilaframsýningini í Frankfurt í september verður ein heilt nýggjur Ferrari sýndur fram. Talan er um Ferrari 458 Italia, sum eftir ætlan skal avloysa núverandi Ferrari F430. Hesin nýggi er lættari, kvikari og hevur størri motor.
Motorurin er ein 4,5 litra V8 við 562 hk, og snúningsmomentið er upp á 540 Nm við 6.000 snún/min. Hann koyrir frá 0-100 km/t upp á 3,4 sekund, og toppferðin er 325 km/t.
Bilurin vigar einans 1.380 kg í mun til forgangarin F430, sum vigar 1.525 kg.
Ferrari 458 Italia er designaður hjá Pininfarina í Italia. Enn er ikki almannakunngjørt nær bilurin kemur á marknaðin, og hvussu nógvar milliónir hann fer at kosta.









