Fótbóltur
Hósdagin eftir døgurða boðaði leiðslan í FCK frá, at felagið keypir Michael Silberbauer úr AaB. Tað er einki dulsmál, at FCK hevur leitað sær eftir einum styrki til miðvøllin, nú sáttmálin hjá liðskiparanum, Peter Nielsen, rennur út, og valið er so follið á stórtalentið hjá AaB.
Michael Silberbauer er 22 ára gamal, og tí hevur hann sjálvsagt ikki tær royndir, sum Peter Nielsen hevði. Men heilt óroyndur er hann tó á ongan hátt. Fyri AaB hevur hann longu leikt 111 superligudystir, har tað eisini er blivið til 21 mál, og hartil hevur hann leikt hópin av ungdómslandsdystum fyri Danmark.
Sáttmálin, sum FCK hevur gjørt við Silberbauer, gongur fram til 30. juni í 2008.