Soleiðis verður lagt út í faldaranum "Havfisking í Føroyum" frá Ferðaráð Føroya, og er hesin tann nýggjasti í einari røð av tema faldarum, sum eru útgivnir seinastu tíðina.
Faldarin, sum er á fýra málum; føroyskum, enskum, týskum og donskum, umboðar 12 ymiskar bátar, sum fara fiskitúrar við ferðafólki kring Føroyar í summarhálvuni.
Í faldaranum verður dentur lagdur á, at lýsa tann einstaka bátin so gott sum gjørligt, bæði við teksti og myndum. Umframt tekniska upplýsing og kunning um bílegging, vísir eitt føroyakort tey ymisku fráfaringarstøðini og fiskimiðini.
Í faldaranum fæst m.a. eisini kunning um reinsan av útgerð og hvørji vanligastu fiskasløgini eru, sum fiska verða her um leiðir. Yvirlit yvir kunningarstovur og aðrar hentar adressur eru at finna á aftastu síðunum.
Havfiskarí er eitt nógv eftirspurt tilboð aðrastaðni, og við faldarinum og øðrum fylgjandi tiltøkum, vónar Ferðaráðið at menna havfisking í Føroyum, til eitt freistandi tilboð, bæði til tann útlendska, eins væl og tann føroyska ferðamannin.
Ætlanin við faldaranum er, at ferðamaðurin, við áhuga fyri fiskitúrum, fær eitt amboð, sum skjótt gevur eitt yvirlit yvir bátarnar, hvat slag báturin er, hentleikar umborð o.s.fr..
Á útlendska marknaðinum væntar Ferðaráð Føroya serliga, at faldarin er áhugaverdur hjá ferðasmiðum og øðrum, sum seta saman ferðir til Føroya.