Nýggjur føroyskur tungmálmur

Suðuroyarbólkurin Forgery hevur verið í upptøkuhølinum og spælt eina demo inn. Talan er um nýskrivaðan føroyskan tungmálm. Upptøkurnar eru gjørdar í studio Oyravox í Nólsoy. Terji Rasmussen hevur tikið sær av upptøkunum og fyribils ljóðblandinum. Á myspace síðuni hjá bólkinum myspace.com/forgeryfo liggja trý løg frá ferðini til Nólsoyar.