Í dag hevur felagið Tatanka sent miðlunum eitt tíðindaskriv um, at ein føroyskur teknifilmur aftrat er komin alment út.
Í februar í ár gav Tatanka út tríggjar nýggjar føroyskar teknifilmar, sum serliga eru ætlaðir smærri børnum, og í dag er enn ein almannakunngjørdur
- Hesuferð er talan um teknifilm til sangin ”Hjólini á bussinum mala runt, runt, runt”, ið er ein leyslig týðing og føroysk útgáva av vælkenda enska sanginum ”The Wheels on the Bus”, sum er vælkendur fyri flestu smábørn. Eins og við teimum fyrstu trimum teknifilmunum, er ætlanin við hesum fjórða teknifilmunum tann, at veðrurin Stúti, lundin Flaksi og haran Fima, og nú eisini tarvurin Tatanka Og tjaldrið Klippa, kunnu verða eitt íkast til føroysk børn at læra føroyska málið við hjálp av sangum og ymsum ramsum, skrivar felagið.
Víðari verður víst á, at nógv føroysk børn eru von við at síggja slíkar teknifilmar á enskum og øðrum útlendskum málum á internetinum. Og tað er ikki óvanligt, at sjálvt smá føroysk børn duga bæði bókstavir, tøl og sangir á t.d. enskum.
Og tað er hendan orsøkin sum ger, at felagið hevur hug at gera føroyskar filmar. Sí nýggja filmin við at trýsta her