Vokalbólkurin Mpiri útgevur í hesum døgum fløguna ?Upp gleðist? við føroyskum jólasangum. Á fløguni eru kendir jólasangir so sum: ?Eg gleðist so hvørt jólakvøld? ? Her koma, Jesus, tíni smá? og ?Eg rósu upp sá næla?. Felags fyri allar er, at teir eru í nýggjum útsetingum, sum føroysk ? og einstøk útlendsk ? tónaskøld hava gjørt nýliga eftir áheitan frá Mpiri.
Mpiri helt, at tað finst alt ov lítið av føroyskum jólatónleiki, sum er skrivaður til kór og tí var avgjørt at gera hesa fløguna.
Afturat tí góða gamla kenda, er onkur heilt nýggjur jólasangur sníktur inn so sum nýggja lagið hjá Sunleivi Rasmussen til ?Heilaga stund? ella sangurin hjá Jensinu Olsen til tekstin úr jólaevangelinum eftir Lukasi. Eisini er Guðrun Sólja Jacobsen gestasolistur á fløguni.
Mpiri fyllir 10 ár í hesum døgum. Bólkurin hevur øll árini virkað fyri at fáa til vega nýggjan føroyskan tónleik. Hetta hevur ført við sær, at modernaður tónleikur hevur verið eyðkennandi fyri konsertir hjá vokalbólkinum. Ætlanin við hesi fløguni er tó at gera eina fólksliga fløgu, ið øll kunnu lurta eftir ? eina fløgu, sum øll kunnu kóka kleynur og flætta jólahjørtu afturvið.
Í sambandi við útgávuna fer Mpiri at hava fleiri framførslur bæði her heima og í Keypmannahavn, har tey vanliga halda til.
30/11 ? kl. 16:00: SMS
30/11 ? kl. 17:00: Miðbýurin í Havn
01/12 ? kl. 10:30: Miðlon
01/12 ? kl. 12:00: Norðurlandahúsið ? útgávukonsert við hugna aftaná
01/12 ? kl. 14:00: Miðlon
05/12 ? kl. 19:30: Samuelskirken, Keypmannahavn
15/12 ? kl. 17:00: Norðuratlantisk jólakonsert, Helligaandskirken, Keypmannahavn