Síðani 2013 hevur AWI Boats í Runavík bygt sjey útróðrarbátar til Grønlands, og bara í fjør vórðu fýra bátar handaðir grønlandsku eigarunum.
Við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini siga tey á AWI Boats, at hesin 33 fót stóri útróðrarbáturin er hin fyrsti í ár og eisini tann seinasti beint her og nú, sum tikið verður til.
- Fimm av bátunum hava verið 33 føtur, og tveir hava verið 39 føtur langir, verður lagt aftrat.
Nukannguaq, sum í hesi vikuni er sendur við farmaskipi til Sisimiut í Vesturgrønlandi, hevur nýggjastu útgerð, bæði til navigatión, trygd og til veiði. Báturin skal veiða svartkalva og tosk við línu, gørnum ella snellu.
- Línu-og garnaútgerðin er frá J.K. Joensen & Synum í Miðvági, og snellurnar eru útlendskar. Báturin er, eins og allir hinir, ísstyrktur og væl bjálvaður til grønlendska veðurlagið. Motorurin er ein 262 Hk. Volvo.
Jóan Hendrik Olsen, stjóri á AWI sigur, við Facebook-síðuna hjá Føroysku Sjómansmissiónini, at Nukannguaq kostar slakar tríggjar miljónir krónur.
- Vit merkja stóran áhuga í Grønlandi fyri bátunum hjá okkum, men avbjóðingin er fiskiloyvi og fígging, sigur stjórin, sum vónar at fáa fleiri bíleggingar.
Jóan Hendrik Olsen leggur aftrat, at tað er spennandi arbeiði at byggja bátar, og hetta er eisini eitt íkast til arbeiðið í smiðjuni, sum eisini arbeiðir nógv við rustfríum stáli og ymiskari útgerð til skip, aling og annað.










