Nýggjur fíggjarstjóri á Føroya Tele

Jan Petersen er settur í starv sum fíggjarstjóri á Føroya Tele eftir, at Heini Joensen hevur sagt seg úr starvi.


Jan Petersen er 34 ára gamal klaksvíkingur og útbúgvin HD í roknskapi. 
 
Jan Petersen hevur starvast á fíggjardeildini á Føroya Tele við fíggjarstýring og roknskapi í 5½ ár.  Eitt tíðarskeið var hann fíggjarstjóri hjá JFK í Klaksvík. Umframt hesar arbeiðsroyndir hevur Jan Petersen eisini starvast hjá Nilfisk Advance í Keypmannahavn sum controller og sum grannskoðari hjá Rasmusen og Weihe.
 
Málini hjá Føroya Tele eru ambitiøs og vit eru vís í, at hann sum fíggjarstjóri fer at verða hollur stuðul undir strategiini at menna FT framyvir.
 
Jan Petersen tekur við starvinum 1. mars 2007.