Tráðurin, sum ætlanin at byggja nýggjan eftirskúla í Hvalba, hongur í, verður klænri og klænri.
Og á fundi í gjárkvøldið ímillum Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum ørðumegin og borgarstjórarnar í Suðuroy og stigtakarar fyri eftirskúlan hinumegin, er greitt, at tráðurin hevur ongantíð verið klænri enn nú.
Ætlanin hevur verið at byggja ein eftirskúla í Hvalba til einar 80-90 næmingar fyri einar 90 milliónir krónur.
Men á fundinum í gjárkvøldið endurtók landsstýriskvinnan tað, sum hon fortaldi fyri Portalinum beint undan fundinum.
Og tað er, at sum støðan í samfelagnum er, heldur hon at tað er veruleikafjart at byggja ein nýggjan eftirskúla í Hvalba, ella nakra aðrastaðni um so skuldi verið.
Vit fingu hvørki fatur á Helenu Dam á Neystabø í morgun ella á Ólavi Rasmuessen, sum er ein av høvuðsstigtakarunum til eftirskúlan.
Men Otto West, borgarstjóri í Hvalba, er ikki serliga upplyftur eftir fundin í gjárkvøldið.
- Tað var ongin ávís niðurstøða av týdningi á fundinum, staðfestir hann.
Hann sigur, at tað einasta, ið kom burtur úr, var, at kannast skuldi nærri, hvussu stóran part, kommunurnar skulu fíggja og hvussu tær skulu bera seg at við at finna fíggingina.
Pengar á borðið
Tað hevur ligið í kortunum, at kommunurnar í Føroyum og Landskassin skulu betala hvør sína helvt av byggingini.
Men síðani hava kommunurnar kanna møguleikarnar fyri at leggja skúlan í ein sjálvsognarstovn og at kommunurnar so skuldi betala sín part ígjøgnum næmingagjøld fyri teir næmingar, sum fóru á skúlan, sigur Otto West.
Men hesa loysnina vil mentamálaráðið ikki góðtaka og undan fundinum segði Helena Dam á Neystabø, at hóast skúlin verður ein sjálvsognarstovnur, skulu kommunurnar leggja 45 milliónir á borðið til byggingina og tað sær hon svart upp á, sum støðan er.
Hinvegin var møguleikin nevndir fyri at leggja skúlar í Suðuroy saman og so at leggja eftirskúlan í onkran av skúlabygningunum, sum tá fara at standa tómir.
Men Otto West sigur, at landsstýriskvinnan vildi ikki nevna nakað um, hvørjar bygningar, hon tosaði um.
Annars hava leysasøgur gingið um, at skúlin í Porkeri skal lata aftur og at eftirskúlin skal skipast har?
- Ja, eg havi hoyrt tað nevnt, men eg haldi, at niðurstøðan er, at hann er alt ov lítil og at tað skulu munandi útbyggingar til, skal hann verða brúkiligur til eftirskúla.
- Hinvegin varð eisini nevnt, at bæði Vágur og Tvøroyri eru so illa fyri við skúlahøli, at har kann tað neyvan koma upp á tal at leggja ein eftirskúla.
Kunnu ikki bíða
Heldur ikki Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, bleiv stórt klókari á fundinum í gjárkvøldið.
Men ein niðurstøða av fundinum er, at tvey umboð fyri mentamálaráðið og nevndin fyri eftirskúlan skulu setast í eina nevnd at arbeiða víðari við málinum og finna útav, hvussu parturin hjá kommununi skal fíggjast og hvussu stórir hann skal vera, tí landsstýriskvinnan metir ikki, at tann spurningurin er avgreiddur enn.
Men borgarstjórin á Tvøroyri heldur lítið um ætlanina at leggja skúlar saman og at finna eftirskúlanum hóskandi høli í onkrum skúla, sum tá fer at standa tómur.
- At niðurleggja ein skúla er ein rættiliga long og tvørlig tilgongd og vit borgarstjórar í Suðuroy halda ikki, at tey bæði málini skulu tengjast saman.
Kristin Michelsen sigur, at ein eftirskúli kann ikki bíða til allur skúlaskapurin í Suðuroy er umskipaður, tí verður lógin ikki broytt munandi, er tað ein tilgongd, sum tekur fleiri ár.
Byggja minni skúla
Borgarstjórin á Tvøroyri leggur afturat, at borgarstjórarnir í Suðuroy eru samdir um, at tvíhalda um, at eftirskúlin skal vera í Hvalba.
- Vit halda ikki, at skúlin skal vera nakra aðrastaðni, tí vit halda, at Hvalba er best hóskandi plássið til eftirskúlan, tí har er bæði høll og vøllur og annars nógv virksemi.
- Borgarstjórarnir halda eisini, at tað eru ongi høli í Suðuroy, sum kunnu brúkast og at koma við eini forkryplaðari loysn, er uppskriftin upp á at beina fyri ætlanini, tí tað fer bara at styggja næmingar burtur.
Kristin Michelsen sigur, at tá eru borgarstjórarnir í Suðuroy heldur sinnaður fyri at byggja eftirskúlan í stigum, so at byrja verður við einum skúla til 60 næmingar í Hvalba, ella kanska enntá minni og so at byggja hann út eftir tørvi.
Hinvegin er borgarstjórin á Tvøroyri stak ónøgdir við kravið, sum mentamálaráðið nú setir fram, um, at mentamálaráðið skal hava síðustillaðan fyrsta veðrætt fyri tí innskotið sum landskassin setir í skúlan.
Hann sigur, at hetta fer uttan iva at gera tað so tórført at fáa peningastovnar at fíggja nakra bygging, tí tað merkir, at teirra trygd versnar munandi.
- Heldur mentamálaráðið fast um tað kravið, er hetta tað sama sum at drepa ætlanina í føðingina, sigur Kristin Michelsen.
- Men tað er kanska ætlanin, leggur hann afturat.
Hann leggur afturat, at landið hevur ikki eina tað einastu størri verkætlan ígongd í løtuni, so tað hevði verið eitt sjálvsagt høvi til at lagt lunnar undir ein eftirskúla í Hvalba.