Niðurteljingin til síðsta kappróðurin í 2016 er av álvara farin at kennast.
Undan vikuskiftinum var fasti starturin lagdur undir Argjahøvda, og síðstu dagarnar hava fleiri fremmandir kappróðrarbátar verið at sæð á Havnarvág.
80 bátsmanningar fara at luttaka í ólavsøkuróðrinum. So nógvir bátar fara ikki at rógva á ólavsøku, tí tað rógva fleiri manningar við somu bátum, men talan verður um nógvar bátar.
Ein av eldsálunum í Havnar Róðrarfelag er Bjarti Mohr. Hann boðar á sínum facebook vanga frá, at í ár verður nakað nýtt roynt í sambandi við dráttin. Nú verður rampan hjá Norrønu og Smyrli nýtt at flota og draga kappróðrarbátarnar.
Tí skulu bátarnir ikki – sum tað annars hevur verið gjørt nógvu tey undanfarnu árini – setast inni á Kongabrúnni. Í staðin skulu bátarnir setast við rampuna á Bursatanga – á økinum sum sæst á myndini.
Tað vera vegleiðarar á staðnum fyri at vísa á, hvar bátarnir skulu plaserast, tá ið teir fyrrapartin ólavsøkuaftan koma til Havnar.










