Eykabýráðsfundurin í Havn, ið skuldi vera hóskvøldið, er framskundaður til í kvøld. Eitt av teim seks málunum, ið eru skránni, er ætlanin um at gera ein nýggjan dagstovn í Vesturbýnum, ið er ringast fyri, tá ið tað snýr seg um ansingarpláss. Sosiala nevnd samtykti á fundi í farnu viku at mæla til, at skitsuverkætlan verður gjørd til nýggjan dagstovn við Landavegin at leggja fyri aftur nevndina. Hesin stovnurin skal taka 60 børn.
Ein minniluti í Sosialu nevnd, Katrin Dahl, tekur undir við ætlanini um at byggja dagstovn við Landavegin, treytað av, at fíggingin verður raðfest á íløguætlanini. Mælt verður til, at ein langtíðar heildarætlan á ansingarøkinum verður gjørd, har ætlanin um forskúla kemur uppí. Skotið verður upp at arbeiða fyri, at tríggir forskúlaflokkar verða settir á stovn um árið í umleið trý ár. Harvið verða umleið 220 ansingarpláss frígjørd í ansingarstovnunum.
Málið um leigusáttmálan millum Grunnin Tórsvøll og Fótbóltssambandið Føroyar kemur somuleiðis fyri á býráðsfundinum í kvøld. Sambært grein í sáttmálanum millum Tórshavnar kommunu og Grunnin Tórsvøll kann grunnurin, um kommunan góðkennir tað, leiga út partar av økinum. Grunnurin biður um loyvi av leiga út 550 fermetrar til FSF at byggja felagshøli at røkja ítróttarligar uppgávur sambært uppskoti í leigusáttmála.
Á skránni á býráðsfundinum eru eisini uppskot til nýggj gøtunøvn, lýsing eftir trivnaðarstjóra til býráðsumsitingina, og annað.