Dagstovnur
Dagtilhaldið inni í Rók hevur síðan 2001 virkað sum royndarskipan. Arbeiðið at skipa stovnin byrjaði í 2001, tá ein løgtingslóg um royndarskipan við dagtilhaldið fyri fjølbrekað børn varð sett í gildi. Við støði í royndunum við dagtilhaldinum varð avgjørt, at fjølbrekað børn skuldu hava eitt skipað tilboð - ein dagstovn, sum eisini skuldi hava møguleika fyri samdøgurumlætting.
Dagstovnurin fer nú alment undir virksemið. Dagstovnurin hevur fingið navnið Reiðrið og húsast á Rókarvegi á Saltnesi. Tað er landsstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum, sum við heimild í § 32 í forsorgarlógini hevur sett á stovn henda dagstovnin til fjølbrekaði børn undir 18 ár.
Almanna- og heilsumálaráðið keypti í 2004 sethús á Saltnesi ætlað til dagstovnin, og arbeitt hevur síðan verið við at gera alt klárt til at taka í nýtslu.
Dagstovnurin Reiðrið er ein landsstovnur, ið hoyrir undir Almannastovuna. Endamálið við dagstovninum er at seta á stovn eina nýggja skipan við tilboði, har fjølbrekað børn verða stimbrað og ment, og har ansing, viðgerð og umlætting av fjølbrekaðum børnum verður samantvinnað á einum staði. Málbólkurin er børn við fjølbreki, t.v.s. børn undir 18 ár við týðandi og varðandi niðursettum likamligum og sálarligum førleika. Umframt at vera dagstovnur er Reiðrið eisini ein umlættingarstovnur.
Dagstovnurin er normeraður til 8 fólk. Hann Juul er stovnsleiðari, og harumframt eru 6 fólk í starvi á stovninum.
Dagstovnurin Reiðrið verður alment tikin í nýtslu 17. oktober 2004, og móttøka verður kl. 9:30.