Mánakvøldið samtykti bygdarráðið í Leirvík at taka av tilboðnum frá P/f Dagstovnurin er 750 fermetrar til støddar við fimm stovum og verður góðkendur til 84 børn. Nýggi stovnurin er av sama slag sum dagstovnurin á Strondum við nøkrum broytingum. Dagstovnurin er mettur at kosta umleið 13 mió. kr. alt íroknað. Nýggi dagstovnurin kemur at liggja væl fyri í náttúrðuni, við Brúsá og grøna økið tætt við, har kommunan í løtuni er í ferð við at keypa undirlendið. Eftir ætlan verður farið í gongd við at byggja dagstovnin í vár. Arbeiðið tekur knapt eitt ár og gongur alt eftir ætlan, verður klárt at flyta inn í nýggja dagstovnin á vári í 2009.