Nýggjur cafeteriavertur

Fyrsta oktober tekur Hotel Lonin á Eiði yvir í cafeteria á flogvøllinum í Vágum

Tað verður nýggjur vertur, sum fer at standa fyri cafeteria á flogvøllinum eftir 1. oktober. Hannis Egilsnes gevst, og Hotel Lonin á Eiði tekur við.
?Vit ætla at broyta innihaldið nakað, sigur Frank Nielsen á Hotel Lonini. vit fara at leggja okkum eftir at gera meira burtur úr sjálv, sigur hann. Fara at hava eitt nú smurt breyð við føroyskum viðskera. Og kanska einaferð seinni eisini geva fólki møguleika fyri at fáa ein búff. Hvør veit?
Fólk, sum koma á flogvøllin í samband við fyrrapartsruturnar fara ikki at merkja ta øgiliga stóru broytingina beinanveg. Tað veru tað vanliga við morgunmati, sum er at fáa allastðani, og sum tey eisini hava fingið á flogvøllinum í Vágum. Men tað verður vónandi so, at vit kunnu gera meira burtur úr til teirra, sum sita og bíða ein seinnapart.
Ikki tað, at nakað er endaliga avgjørt enn, sigur hann. Talan er enn bara um ætlanir. Men tey vilja royna at gera ymsar broytingar so við og við og so síggja, hvat fólk halda um tað. Vil fólk so heldur hava tað, sum tað er, ja so fara vit at rætta okkum eftir tí, sigur hann.
Tá Sosialurin tosaði við Frank Nielsn, hevði hann enn ikki tosað við starvsfólkið í avgreiðsluni. Men hann ætlar at gera tað fyrsta dagin, sigur hann, fyri at frætta, um tey møguliga eru áhugað í at halda fram. Sum skiltist á honum hevði hann hug at bjóða teimum tann møguleikan.