Nýggjur C4 í 2011

Citroën C4 verður fyrst í komandi ári avloystur av einum nýggjum bili við sama navni.

Talan verður um ein bil, sum er nakað størri enn tann C4, sum er á marknaðinum í dag.


Fyri at spara brennievni og CO2- útlát verður bilurin útgjørdur við t.d. nýggjastu stop/start-tøknini og Michelin Energy dekkum við sera lágari rullimótstøðu. Bilurin kemur at fáast við motorum við CO2 útláti heilt niður í 99 g/km.


Nýggi C4, sum verður gjørdur í Mulhouse í Fraklandi, kemur á marknaðin fyrst í 2011.