Nýggjur bygningur til Vónina á Viðarnesi

Havnin í høvuðstaðnum er í hesum døgum fyri stórum broytingum, við tað at trolvirkið Vónin byggir nýggjan og stóran bygning á Viðarnesi. Byrjað var at byggja í Vár, og sambært formanninum í havnarnevndini á Býráðnum, Jákup Suna Joensen, er ætlanin at taka bygningin í nýtslu longu í heyst

Eftir at trolvirkið Vónin fyri fáum árum síðani bygdi nýggjan og stásiligan bygning í Fuglafirði, byggir Vónin nú nýggjan bygning á Viðarnesi í Havn. Sambært formanninum í havnarnevndini á Býráðnum, Jákup Suna Joensen, er ætlanin at taka bygningin í nýtslu longu í heyst, men hetta er ikki vist enn.

1800 fermetrar fyltir út
Eftir at hava fingið loyvi at byggja nýtt trolvirkið á Viðarnesi, vórðu 1800 fermetrar av gróti úr Danmark fyltir upp, og hevur ein daglig havnarmynd sostatt verið fyri stórum broytingum. Bygningurin sjálvur skal vera 60 metrar til longdar, og byrjað varð at byggja longu áðrenn liðugt var at fylla øki við elementum av flatlondum. P/F Vónin hevur bíðað í longri tíð eftir loyvi at byggja á Viðarnesi, tí Viðarnes var nevniliga alternativ oljuútgerðarhavn, áðrenn avgjørt varð, at oljuútgerðarhavnin skuldi liggja inni á Skálafjørðinum.

Tangarnir møguliga flytast
Í fleiri ár hevur kjak verið um, hvørs stóru tangarnir á Viðarnesi skulu flytast ella ikki. Jákup Suni Joensen í havnarnevndini sigur, at hetta er eitt gamalt og prinsipielt kjak, men at teir ikki verða fluttir í bræði. Teir nýtast ikki at vera fluttir orsaka av nýggja bygninginum, við tað at nóg mikið av plássi er gjørt til trolvirkið, men hinvegin er ætlanin í longdini møguliga at flyta tangarnar. sambært Jákup Suna eru tangarnir alt annað enn góðir fyri umhvørvið, og heilsufrøðiliga hevði tí verið betri, um tangarnir vórðu fluttir. Shell og Statoil vilja helst hava allar ella ongar tangar, og tískil er neyðugt við samráðingum, sigur Jákup Suni. Hetta er tó eitt og gamalt kjak, sum práta hevur verið um leingi, og byggingin av nýggja trolvirkinum verður so ikki endaliga orsøkin og atvoldin til, at stóru tangarnir á Viðarnesi verða fluttir.