Nýggjur bygnaður leggur dent á samstarv

Landsstýrismaðurin við almanna- og heilsumálum hevur nú tikið avgerð um bygnaðin á Landssjúkahúsinum. Semja er gjørd millum læknar og sjúkrasystrar

Nú er avgerðin tikin um, hvussu bygnaðurin á Landssjúkrahúsinum skal verða.

Stríð hevur leingi verið um hetta, men nú eru partarnir vorðnir samdir um eina loysn, sum øll kunnu liva við.

Seinnapartin í gjár var tíðindafundur, har nýggi bygnaðurin varð lagdur fram.

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum skal myndast av einum sjúkrahúsleiðara, sum hevur endaligu ábyrgdina av Landssjúkrahúsinum. Afturat sær skal sjúkrahúsleiðarin hava ein læknastjóra og ein sjúkrarøktarstjóra.

Undir sjúkrahúsleiðsluni verður sjúkrahúsið innan kliniska økið býtt upp í tríggjar høvudsdeildir: Psykiatriska, medisinska og kirurgiska.

Hvør deild verður skipað við deildarleiðslu við einum leiðandi yvirlækna, sum hevur endaliga ábyrgd av deildini mótvegis sjúkrahúsleiðsluni, og einari yvirsjúkrasystir. Størvini vera áramálssett í 6 ár við møguleika fyri at leingja setanirnar. Á hvørjari deild verður settur ein leiðsluskrivari.

Leiðslubygnaðurin á undirdeildunum, tað er seingjadeildir, verður órbroyttir við einum deildarleiðara, sum refererar til deildarleiðsluna.


Samstarvsandin

í hásæti

Leiðslurnar á teimum trimum høvuðsdeildunum hava ábyrgd av, at avtalaðar uppgávur verða loystar innanfyri teir fíggjarkarmar og ásetingar, sum eru galdandi fyri deildina. Raðfestingin skal avtalast millum sjúkrahúsleiðsluna og deildarleiðsluna.

Tað verður leiðandi yvirlæknin, sum hevur endaliga rakstrarligu, fíggjarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina av deildini.

Deildarleiðslan skal leggja til rættis, samskipa og leiða virksemið á deildini og syrgja fyri, at tænastan verður munagóð. Ætlanin er, at deildarleiðslan skal avtala dagliga arbeiðsbýti sínamillum.

Landsstýrismaðurin leggur dent á, at uppgávur skulu loysast í einum samstarvsanda í deildarleiðsluni. Leiðslan skal hava ein opnan leiðslustíl, og harvið tryggja starvsfólkunum góða kunning um øll viðurskifti á deildini. Stinga ivamál seg um, skulu tey loysast í samstarvi og við semju.

Um tað skuldi hent, at semja ikki fæst um eitt mál, er tað avgerðin hjá leiðandi yvirlæknanum, sum er galdandi. Tó undantikið, tá tað snýr seg sum sjúkrarøktarfakligar spurningar, tít á er tað yvirsjúkrasysturin, sum kann taka avgerð.

Stingur ósemja seg upp um prinsippiellar spurningar, skal deildarleiðsan haa møguleika at leggja hesi mál fyri sjúkrahúsleiðsluna til viðgerðar, áðrenn endalig avgerð verður tikin.

Tað verður deildarleiðslan, sum verður setanarmyndugleiki hjá øllum starvsfólkunum á deildini.


Skipa fyri sínum øki

Tað verður lagt upp til, at leiðandi yvirlæknin serliga skal standa fyri menningini á læknafakliga økinum, og hann skal hava ábyrgd av, at skipað verður fyri undirvísing, útbúgving og menning innan øki.

Sergreinarnar verða undir leiðslu av yvirlæknanum við serlæknaheiti. Hesir hava endaligu ábyrgdina av viðurskiftum innan teirra fakliga øki. Teir skulu tó taka altit til millum annað fíggjarligar karmar og aðrar ásetingar, sum eru fyri øki.

Yvirsjúkrasysturin skal serliga standa fyri menningini innan sjúkrafakliga økið, og hon skal hava ábyrgd av, at skipað verður fyri undirvísing, útbúgving og menning á økinum. Hetta skal tryggja, at røktarfakliga støðið altíð er nøktandi.

Á tíðindafundinum í gjár fegnaðist Helena Dam á Neystabø um, at loysn nú er funnin á málinum um bygnaðin.

Hon helt, at nýggi bygnaðurin verður tann endaligi fyri Landssjúkrahúsið.