Talan er um ein lítið brúktan 12 metrar langan Volvo 9900 buss við 44 setrum umframt setri til ferðaleiðaran. Bussurin er væl útgjørdur við t.d. kaffimaskinu, køliskipan, køliskápi og WC. Tað sum er sermerkt við hesum bussinum er, at sera gott beinpláss er millum øll setrini.










