Nýggjur bretskur poppur á G!

Nýggjasta navnið á skránni fyri G! Festivalin er bretski bólkuirn Hatcham Social, ið sambært G! telist millum teir helt spennandi bretsku bólkarnar.


Festival summarið
 
Nú bert ein mánaði er eftir til G! Festivalurin fer av bakkastokki avdúkar festivalurin í Gøtu enn eitt útlendskt navn. Bretsku Hatcham Social eru sambært G!Festivalinum eitt sera spennandi navn, ið veruliga er byrja at gera vart við seg.
 
G!Festivalurin skrivar um bólkin: Tað kann ikki verða tilvildarligt, at Hatcham Social koma frá sama umráði, sum uppfostraði David Bowie, The Smiths og The Cure. Teir eru bretskir um ein háls og hetta hoyrist aftur í teirra hvøssu og hviku tónum. Tíðarleysu rytmurnar og harmonisku melodiirnir vinna nýggj hjørtu hvørja ferð farið verður á pall. Sjálvt um teir ikki hava verið til serliga leingi, eru teir longu byrjaðir at skapa eitt alvorligt buzz og hava teir spælt saman við stórum nøvnum sum Bloc Party, Babyshambles, Art Brut, Larrikin Love og The Happy Mondays. Júst tá ið G! Festivalurin fer av bakkastokki kemur teirra fyrsta singul út á Waks Records og spáa tey serkønu Hatcham Social eina bjarta framtíð. Her á G! eru vit púra samd og vilja vit bera føroyingum góðu tíðindini um Hatcham eitt lítið sindur fyrr enn restina av heiminum. Men bara eitt lítið sindur fyrr. Tí leingi verður tað ikki fyrr enn allur heimurin hevur hoyrt. Gleðið tykkum til Hatcham Social á G! <st1:metricconverter w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;2006.&quot;$?$end$!$2006.</st1:metricconverter$?$end$!$<BR> 
Stór orð um ein nýggjan bólk, men orðini verða bakkaði upp av ummælarum, ið hava nógva rósur til Hatcham Social. Hevur tú hug til, at hoyra Hatcham Social kanst tú vitja teirra síðu á Myspace, www.myspace.com/hatchamsocial .