Borgarstjóraskifti
?Enn er ov tiðliga at siga nakað um, hvussu borgararnir á Tvøroyri fara at merkja, at teir hava fingið nýggjan borgarstjóra.
Kristin Michelsen, nývaldur borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at tað kom púra óvæntað, at Finnleif Guttesen mánakvøldið segði seg frá sum borgarstjóri á Tvøroyri.
Tí hevur hann heldur ikki havt so góðar stundir at hugsa um nýggja starvið.
Samstundis vissar hann sostatt um, at borgarstjóraskiftið nú hevur als onki sambanmd við avtaluna, sum varð gjørd, tá ið samgongan varð skipað eftir kommunuvalið í 2000.
Av tí sama hevur hann verið fullkomiliga ófyrireikaður uppá at gerast borgarstjóri og í gjár var heldur ongin borgarstjóri til arbeiðis á kommunuskrivstovuni á Tvøroyri.
Kristin Michelsen arbeiðir á sýsluskrivstovuni og hann mátti fyrst biða um farloyvi haðani, áðrenn hann kundi taka við borgarstjórastarvinum. Tað skuldi hann gera í gjár og hann væntaði at taka við nýggja starvinum í dag.
Sleppa ov lætt
Hann sigur, at enn veit hann ikki, reiðiliga, hvørji mál, hann fer at arbeiða mest við.
?Í kommununi eru tær flestu útreiðslurnar lógarbundnar so tað er ikki so nógvur peningur hjá býráðnum at arbeiða við.
Men tað, sum nýggi býráðsformaðurin fleiri ferðir hevur havt á munni á býráðsfundum, er, at kommunurnar eiga at vera varnar at átaka sær skyldur, sum landið í veruleikanum hevur.
Og tað heldur hann framvegis.
Eitt nú hugsar hann um eldraøkið.
?Eldraøkið er enn eitt málsøkið, sum hoyrir undir landinum og tí er væl hugsandi, at tað er skeivt av kommununum at leggja so stóra orku í at byggja eldrasambýli, sigur Kristin Michelsen.
Eisini á Tvøroyri hevur verið ætlanin at útvega eldrasambýli.
?Tað einasta, tað førir við sær at landið sleppur undan nøkrum av sínum fíggjarligum skyldum og leggur tær á kommunurnar ístaðin.
Tað er mest sosiala nevnd hjá býráðnum, sum hevur arbeitt við tí.
?Men hetta er ikki eitt mál, sum kommunurnar hava yvirtikið frá landinum og tí er hetta eitt mál, sum Tvøroyrar Kommuna eigur at drála eitt sindur við, heldur Kristin Michelsen.
-?Tað eiga vit at drála við, til greiða er fingin á býtinum ímillum landið og kommunurnar.
Hann skilir kortini, at tað er eitt mál, sum landið arbeiðir við at leggja eldraøkið undir kommunurnar at umsita.
MYND AV KRISTIN MICHELSEN
Nýggi borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, fer helst til arbeiðis í dag