Nýggjur borgarstjóri í Miðvági

Nýggja bygdarráðið í Miðvági valdi á fundi mikukvøldið nýggjan borgarstjóra. Napoleon Magnussen loysir Jóan Paula Frederiksen av á nýggjárinum

Miðvágs Kommuna fær nýggjan borgarstjóra eftir nýggjár. hann eitur Napoleon Magnussen og loysir Jóan Paula Frederiksen, sum hevur sitið sum borgarstjóri seinasta valskeiðið, av á nýggjárinum.
Nýggja bygdarráðið í Miðvági hevði fund mikukvøldið, har borgarstjóri og varaborgarstjóri vórðu valdir. Til varaborgarstóra varð vald Malan Helgadóttir, sum er einasta kvinna í komandi bygdarráðnum í Miðvági. Í tí fráfarandi vóru tær tríggjar. Men tvær teirra stillaðu ikki uppaftur. Malan Helgadóttir situr eisini í fráfarandi bygdarráðnum.
Tað eru tríggir listar umboðaðir í nýggja bygdarráðnum í Miðvági, og eingin teirra hevur meiriluta. Sjey bygdarráðslimir eru. Ein listi hevur tríggjar, og hinir báðir hava tveir limir hvør. Tað skuldu eisini trý umfør til, áðrenn borgarstjórin varð valdur. Og áðrenn tað kom so langt, hevði eisini eitt lutakast verið á vegnum. Napoleon Magnussen er valdur sjálvur annars á sínum lista.