Nýggjur borgarstjóri í Klaksvík

Býarbussar í Klaksvík, umfatandi skúlabygging og betri karmar til vinnulívið og familjurnar.

Tað eru nøkur av stórmálunum, sum skulu fremjast í Klaksvík næstu fýra árini.

Nú seinnapartin er samgonguskjal undirskrivað í Klaksvík ímillum Javnaðarflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Tjóðveldi.

Og tann telvingin endaði við, at tað verður Jógvan Skorheim í Sjálvstýrisflokkinum, sum verður nýggjur borgarstjóri í Klaksvík.

Einasti flokkur í andstøðu, er Fólkaflokkurin, sum annars er nógv størsti flokkur í Klaksvík.

Samstundis er toppskorarin og borgarstjórin, Gunvá við Keldu, koppað av trúnuni.

Varaborgarstjóri í Klaksvík verður Steinbjørn O. Jacobsen úr Tjóðveldi.

Í einum ógvuliga stuttorðaðum samgonguskjalið hevur nýggja samgongan sett sær fyri, viå opinleika, at seta kósina av nýggjum, sum tey málbera seg.

Eitt av politisku málunum er at skipa eina bussleið í Klaksvík á sama hátt sum í Havn.

Men tað er ikki greitt um tað verður ókeypis at brúka bussarnar.

- Tað veldst um, hvussu roknistykkið sær út, tá ið neyvari útrokningar eru gjørdar, sigur nýggi borgarstjórin.

Samstundis hevur nýggja samgongan sett sær fyri at gera Ziskaskúlan lidnan og tað er ein íløga upp á einar 70 milliónir.

Samgongan hevur eisini sett sær fyri at fara undir fjøltáttaða bústaðarbygging og at bøta um karmarnar hjá vinnulívinum og hjá familjunum við hægri barnafrádrátti ella systkinaavsláttri, ella báðum.

Harafturat skal vakstrarætlanin, sum varð gjørd fyri kommununa, verða grundarlagið undan politikkinum at menna Klaksvíkina við einum politikki, sum eisini skal skapa menning, trivnað og mentan