Nýggjur borgarstjóri í Hovi

Tað verður Delmar Tausen, sum skal leiða hovbingar ígjøgnum tey næstu fýra árini

Bygdarráð

Hovbingar hava fingið nýggjan Borgarstjóra.
Á bygdaráðsfundi herfyri hevur nýggja bygdaráðið í Hovi skipað seg Delmari Tausen sum borgarstjóra. Varaborgarstjóri er enn sum áður, Jákup Petur Joensen.
Hinir bygdaráðslimirnir í Hovi eru Emma Petersen, Dagfríð Hovgaard og Jónsvein Hovgaard, sum er nývaldur.
Annars skal Delmar Tausen umboða kommununa í Føroya Kommunufelag, Jákup Petur Joensen skal umboða kommununa í SEV, Jónsvein Hovgaard skal umboða kommuna í IRF og Dagrfríð Hovgaard skal umboða kommununa í nevndini fyri Suðuroyar Ellis- og røktarheimi.
Tað var longu undan valinum greitt, at nýggjur borgarstjóri skuldi finnast í Hovi, tí borgarstjórin, Emma Petersen staðfesti rættiliga tíðliga, at hon fór ikki at taka av einum afturvali.
Delmar Tausen sigur, at høvuðsmálini hjá nýggja bygdarráðnum verður at gera kloakkkipanina í bygdini lidna og at fara í holt við vatnveitingina, eitt nú er sjálvur vatnbrunnurin farin at eldast.