Nýggjur borgarstjóri í Fuglafirði

34 ára gamli Sonni á Horni verður eftir øllum at døma nýggjur borgarstjóri í Fuglafirði.

Á valinum í kvøld gjørdist úrslitið, at listi D fekk fimm av níggju sessum, og tí hevur listin einsamallan meiriluta. Á valinum seinast var listin eisini størstur, men endaði tá kortini í minniluta.

Toppskorari á lista D er 34 ára gamli Sonni á Horni við 102 atkvøðum, og tað er nógv, sum bendir á, at hann verður nýggjur borgarstjóri ístaðin fyri Sigurð S. Simonsen.

Listi D, samanlagdi listin, sum fyri tað nógva telur fólk úr Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum, hevur vunnið meirilutan í Fuglafirði. Alt bendir á, at Sonni í Horni verður nýggjur borgarstjóri.

- Tað er ikki ein spurningur, sum vit hava viðgjørt innanhýsis á listanum, men tað kundi bent á tann vegin, sigur Sonni á Horni.

Og maðurin, sum eftir øllum at døma verður nýggjur borgarstjóri, hevur eina púra greiða støðu til, hvørjum hann vil virka fyri komandi fýra árini.

- Trivnaðurin í kommununi hevur verið eftirbátur. Fyrst og fremst mugu vit í holt við at loysa skúlaviðurskiftini, og helst skal hetta gerast við einum nýggjum skúla. Verandi “nýggi” skúlin er frá 1964, meðan gamli skúlin er frá 1936, so tað er greitt, at nakað má gerast á hesum øki, sigur Sonni.

Sonni er 34 ára gamal. Hann varð fyrstu ferð valdur í kommunustýrið í Fuglafirði fyri fýra árum síðani, men hóast hetta heldur hann seg hava hampuligt av royndum.

- Vit vóru somikið stórir í andstøðuni, at vit fingu fleiri týðandi nevndarsessir, og tí haldi eg meg hava fingið nógvar og týðandi royndir hesi seinastu fýra árini, sigur Sonni á Horni.