Nýggjasti BMW 5 er komin á føroyska marknaðin. Talan er um sjeyndu generatión av 5-røðini, sum kom á marknaðin fyrstu ferð í 1972.
Í mun til forgangarin er hesin lættari, meira økonomiskur, rúmligari og á tremur við nútímans tøkni. Brúkaravinarligheit og komfortur eru lyklaorðini hjá nýggju 5-røðini hjá BMW. Bilurin er eyðkendur av, at hann er sera lættur at handfara við t.d. nýggjastu generatiónini av iDrive-skipanini.
Koyrieginleikarnir eru nakað heilt fyri seg í besta BMW-stíli. Undirvognurin og fjaðraskipanin eru ein so at siga fullkomin eind. Komforturin í kabinuni er á sera høgum støði við góðum beinplássi framman og aftan.
Í fyrstu atløgu fæst bilurin í hesum útgávum hvat motorum viðvíkur: 520i, 520d, 530i og 530d, eins og fleiri aðrar útgávur er ávegis sum t.d. plug in-hybrid.
Nýggja 5-røðin líkist nógv tí størru 7-røðini hjá BMW. Hetta er ikki uttan orsøk, tí teir eru bygdir yvir sama plattform og hava tí nógv til felags.
BMW er nummar eitt sætta árið á rað í AutoIndex-kanningini hjá FDM í Danmark yvir teir best nøgdu bileigararnar. Kanningin vísir, at BMW kundarnir eru sera væl nøgdir við sínar bilar, og við tænastuna teir fáa. Nýggi BMW 5 kann síggjast og roynast hjá Nordcar.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/
.