Nýggjur blaðstjóri á Kvinnu

Fyrsta november fær Kvinna nýggjan blaðstjóra. Nýggi blaðstjórin er Barbara Samuelsen. Hon er best kend frá sjonvarps-sendingunum Ymsik lív og Ekkó í Kringvarpi Føroya Nýggir blaðstjórin á Kvinnu stóð eisini fyri og var vertur í lívsstílssendingunum Cassiopeia.

Barbara Samuelsen avloysir Lenu L. Mohr, sum fyri einum ári síðani gjørdist stjóri á Sansum, ið gevur Kvinnu út.

- Vit kunnu rokna við sniðbroytingum, vit kunnu rokna við meira sex og eitt sindur meira av humor. Vit fara frá tí penu til ta frísku kvinnuna, skrivar Sansir í tíðindaskrivi.

Blaðið Kvinna er skjótt trý ára gamalt og 20. útgávan kemur út fríggjadagin í næstu viku. Fyrsta blaðið Barbara fær ávirkan á, verður blaðið, sum kemur út í januar næsta ár.