Nýggjur barnagarður á Toftum

Leygardagin verður almenn móttøka í nýggja barnagarðinum á Toftum.

Nýggi barnagarðurin er ein sjálvstøðugur bygningur, men gongd er ímillum gamla B68-húsið, har barnagarðurin hevur húsast og nýggja og stásiliga bygningin.

Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður húsið nú rópt Ítróttar-og Barnagarðurin á Svangaskarði, har gamla B68-húsið, ið er umbygt, framvegis verður ein partur av samlaðu hølunum.

Almenna móttøkan leygardagin verður frá klokkan 13-15. Her verður sungið, røður verða hildnar, og okkurt verður til matna.

- Øll eru vælkomin til tiltakið og at síggja nýggja barnagarðin, sigur Nes kommuna á síni heimasíðu.