Nýggjur barnagarður skal fyrireikast

Sands kommuna hevur í kvøld samtykt fíggjarætlanina fyri 2019.

Sands kommuna hevur í kvøld samtykt fíggjarætlanina fyri 2019. Skattaprosentið, sum seinastu trý árini er lækkað við 2,5 prosentum, verður í 2019 óbroytt, 21 prosent, og barnafrádrátturin verður eisini óbroyttur, 8.500 kr./barn.

 

Persónsskattainntøkan fyri 2019 er mett til 14.829 tkr., partafelagsskatturin til 150 tkr., meðan afturberingin fyri eldraøkið er mett til 8.042 tkr.

 

Raksturin komandi ár er mettur til 19.933 tkr., meðan inntøkan tilsamans verður 23.021 tkr. - ella eitt rakstraravlop á 3.088 tkr. áðrenn íløgur, rentur og niðurgjalding av skuld. Ætlanin er at gjalda niður langtíðarskuldina við 1.000 tkr. í 2019, og verður langtíðarskuldin við ársenda 2019 tí umleið 10.500 tkr.

 

Íløgurnar eru í 2019 mettar til 2.150 tkr., samstundis sum kommunan væntar at selja grundstykkir fyri 1.000 tkr.

 

Samlaða avlopið fyri 2019 verður 838 tkr.sambært fíggjarætlanini.

 

Sands kommuna fyrireikar seg til framtíðina við føstum sambandi um Skopunarfjørð, og tí ger kommunan í ár íløgu í eina útstykking, og komandi ár verður skjøtul settur á at fyrireika nýggjan barnagarð í kommununi.

 

Kommunan hevur í 2018 gjørt tilbúgvingarætlan fyri kommununa, sum er send landsstýrismanninum til viðmerkingar, og kemur kommunan í 2019 at seta arbeiðið í gongd við at byggja høll til lokalu tilbúgvingina, sum eitt nú skal hýsa útgerðini hjá sløkkiliðnum í kommununi.

 

Ætlanin er eisini at gera íløgur á havnaøkinum, har fleiri skúrar skulu gerast, bátadráttur skal fyrireikast, og ábøtur gerast á ruskmóttøkuna.

 

- Vit hava í nøkur ár arbeitt miðvíst við at leggja kloakkir, og í 2019 verður komið so mikið ávegis, at einki spillvatn longur rennur í Sandsvatn. Aðrar smærri íløgur eru eisini við í íløguætlanini hjá kommununi fyri 2019.

 

Tað siga tey í Sands kommunu í tíðindaskrivi í kvøld.