Nýggjur bankastjóri

Fyri einum mánað síðani bleiv stjórin í svenska Ríkisbankanum valdur í tann evropeiska grannskoðararættin, og tí skuldi bankin hava nýggjan stjóra. Hann er nú valdur og eitur Stefan Ingves.

Tann 52 ára gamli Stefan Ingves er væl kendur í fíggjarheiminum, tí eitt skifti var hann stjóri í Altjóða Gjaldoyragrunninum, IMF. Frammanundan var hann varastjóri í Ríkisbankanum.